Vinna

Vinnarin av hugskotskappingini hjá Visit Faroe Islands funnin

...

2018-06-09 09:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri kortum skipaði Visit Faroe Islands fyri eina hugskotskapping. Fólk fingu høvi at senda uppskot um, hvussu man kann vísa ferðafólki, hvussu tey á tryggan hátt kunnu uppliva Føroyar og samstundis virða náttúruna og lokal samfeløgini.

Vinnararnir av kappingini gjørdust Eyðbjørg Leo og Niels Skovmand. Vinnarin varð funnin á Green Growth Dialogue ráðstevnuni, sum bleiv hildin síðst í mai. Luttakararnir á ráðstevnuni fingu høvi at síggja trý útvald uppskot, og sluppu at atkvøða fyri hugskotið, ið tey mettu vera best. Andrias Høgenni og Christina Joensen áttu hini útvaldu uppskotini.

Filmurin hjá Eyðbjørg og Niels, sum kann síggjast her, er ein skitsa, og harvið eitt uppskot til, hvussu ein filmur kundi verið gjørdur.

Um filmin siga Eyðbjørg og Niels: ???Endamálið við filmstubbanum er at geva ferðafólki neyðuga kunning á ein einfaldan hátt, sum lætt kann skiljast av øllum. Hetta er kunning um føroysk viðurskifti, hvørjum tey skulu vera ansin og hava virðing fyri sum ferðafólk í Føroyum. Samstundis er hetta kunning um gongutúrar og aðrar aktivitetir. Sum heild er hetta neyðug kunning fyri, at teirra ferð kann gerast betri, tryggari og stuttligari. Við hesi vitan kunnu ferðafólk verja føroysku náttúruna, bygda- og djóralívið.???

Eyðbjørg og Niels fingu kr. 10.000,- frá Visit Faroe Islands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder