
Tíðindaskriv:
Felagið Vindrøkt, ið Jóhan í Niðristovu rekur, hevur styrkt seg við Effo sum parteigara í felagnum.
Vindrøkt framleiðir orku úr vindi og hevur stórar ætlanir um at gera nýggjar vindmyllulundir og hevur eisinifleiri økir klár til endamálið.
Harafturat hevur Vindrøkt fingið ávegis loyvi at seta eina Pumped Storage skipan í verk, ið veruliga hevðimunað í sambandi við at gera Føroyar 100% grønar í 2030.
Átøkini og ætlanirnar hjá Vindrøkt eru í tráð við Orkupolitisku ætlanina hjá verandi samgongu, og sær felagiðstórar møguleikar fyri framman.
???Effo hevur veitt orku til føroyingar í 100 ár, og ynskja vit at gera hetta framhaldandi. Politiskt eru sett greiðmál fyri, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn í 2030. Sum orkufelag ynskja vit eisini at arbeiða fyri at føraFøroyar fram á eina grønari leið???, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.
Um ognarskapin í Vindrøkt leggur Janus Thomsen afturat, ???Vindrøkt var fyrsta felagið at veita føroyingumorku úr vindi á búskaparligum grundarlagi, og hevur Jóhan í Niðristovu verið undangongumaður innan grønarorkuloysnir. Tískil fegnast vit um at gerast partur av hansara ætlanum.
Serliga fegnast vit um, at Effo longu frá í dag av framleiðir grøna orku úr vindmyllulundini hjá Vindrøkt áMýrunum í Vestmanna.
???Fyri Vindrøkt hevur avtalan við Effo alstóran týdning.
???Vindrøkt hevur stórar ætlanir fyri vindmylluútbyggingum fyri framman. Talan er um stórar verkætlanir, so egfegnist um at hava fingið eitt so sterkt felag sum Effo við í ætlanirnar, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri áVindrøkt.???
Eitt av økjunum, ið Vindrøkt hevur tøkt at brúka, er Gellingarklettur, ið liggur nakað omanfyri verandivindmyllulund í Húsahaganum. Somuleiðis hevur Vindrøkt eina avtalu við Junkarahagan millum Kvívík ogVestmanna, ið er eitt sera áhugavert økið, tá talan er um vindorku.
Felagið metir tó verkætlanina á Gellingarkletti vera mest náttúrliga at fara undir beinanvegin. Verkætlaninkann tvífalda verandi orkumegi frá vindorku í Føroyum og veita streym til uml. 6.000 húsarhald longu í 2019.
Tórshavn 16. august 2018
Vindrøkt og Effo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald