Vinarliga sløkkið ljósini í 1 tíma 25. Mars !
Earth Hour 2017 er leygarkvøldið 25. mars ímillum kl. 20.30 og 21.30
Earth Hour er í stuttum altjóða átak, har íbúgvar kring allan heimin varpa ljós á veðurlagsbroytingar, við at sløkkja ljósið 25. mars í ein tíma frá klokkan 20.30 til 21.30.
??rslitið av átakinum sæst aftur, um vit í felag sløkkja ljósið í omanfyri nevnda tíðarskeiðið. Vit heita tískil á tykkum um at sløkkja øll ljósini hjá tykkum hetta tíðarskeiðið.
??tlanin er at ein drona skal taka myndir ímeðan ljósini sløkna.
Nógva staðni í Føroyum verður hendan løtan hátíðarhildin
Í havnini skipa Tórshavnar Kommuna og Visit Tórshavn fyri einum hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum í havn frá kl. 19.30-21.30
Her verður tónleikur og hugni á skránni. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Sendið ein tanka ella tveir til umhvørvið, og umhugsið, hvussu vit sjálvi kunnu gera ein mun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald