VIKA SEX 2020
Í Perluni hóskvøldið 6. februar
Hesa vikuna fáa fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum í Føroyum seksualundirvísing. Í hesum sambandi hava vit eisini eitt tiltak fyri fakfólki, foreldrum og avvarðandi:
- í Perluni
- hóskvøldið 6. februar
- kl. 19.30 til 21.00
Evni: Hvussu tosa vit við okkara ungu um seksualitet?
Skrá:
- ??rslit frá serritgerðini???Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum???- Marin
- Hvat er Kyn, og hvussu hava vit fyrireika okkum til Viku Sex - Marin, Bjørt, Turið
- Undirvísingin í Viku Sex- 2 undirvísarar
- Royna eitt brot av undirvísingini á áhoyrararnar - Undirvísarar
- Eftirmeting - Marin, Bjørt og Turið
- Steðgur -kaffi, te og vatn og okkurt gott afturvið.
- Spurningar og kjak
Við hesum tiltakinum vóna vit at fáa eitt kjak í lag og møguliga fáa svar uppá, um hetta er ein leistur, sum kann arbeiðast víðari við, soleiðis at øll ung á miðnámi fáa eina slíka undirvísing í framtíðini. Hvat halda fakfólk? hvat halda tey ungu?
Kom oman í Perluna hóskvøldið, um tú kundi hugsað tær at vita meira ella hevur eina meining um hetta evnið.
Tiltakið er ókeypis
Vegna fyriskipararnar
Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald