Mentan

Vika sex 2019

...

2019-01-31 12:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá ung eru tilvitað um síni egnu mørk og mørkini hjá øðrum, duga tey betur at siga frá og skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.

Í døgunum 4. til 8. februar ferðast tiltakið Vika sex 2019 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.

Evnið er ???MERK M??RK???,tað er ein sannroynd, at farið verður út um mark, bæði síni egnu og mørk hjá hvørjum øðrum.

Við tiltakinum ???MERK M??RK??? vilja fyriskipararnir varpa ljós á mørk, har víst verður á ymiskar støður, har farið verður út um mark. Endamálið er, at fáa tey ungu at hugsa um týdningin av mørkum og hugleiða um:

-Hvørjar avleiðingar eru av at fara út um mark?

-Hvussu merkja vit mørkini hjá okkum sjálvum og øðrum?

-Hvussu tryggja vit, at vit halda okkum innanfyri mørkini hjá hvørjum øðrum?

Tað er umráðandi, at hugsa um mørk í teimum ymisku rúmunum, sum ung ferðast í - eisini í talgilda heiminum.

Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av mørkum, og tora at gera vart við síni egnu mørk. Tilvitan um mørk hevur týdning fyri at viðurkenna mørk hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða hesi mørk.

Persson & Dahl framføra til tiltakið og høvi verður at fáa eitt prát við fyriskipararnar. Eisini ber til at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar o.a., ið er aktuelt fyri átakið ???MERK M??RK???, kynslív og kropp yvirhøvur.

Vit enda viku sex 2019 í Perluni hóskvøldið 7. februar kl. 20.00 við fyrilestri við Marini í Dali, lækna.

N??R

Marin hevur gjørt høvuðsritgerð um keldur til vitan um sexualitet millum ung í Føroyum. 900 miðnámsskúlanæmingar hava luttikið í kanningini. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava tøl, sum viðgera evnið, og sostatt er hetta eitt nýtt grundarlag til at skilja, hvar ung fáa vitan um sexualitet, og hvørji evni tey ynskja meira vitan um.

Vegna fyriskipararnar

Fólkaheilsuráðið, Apotekið, Amnesty, Føroya Politi, Gigni og Sig frá!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder