Ítróttur

VÍF vann við fimm málum á H71

...

2021-04-11 21:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
VÍF tók í dag ímóti H71 í fyrstu FM-finaluni í Burn-deildini hjá monnum.

Tað gekk javnt fyri seg fyrstu minuttirnar, men skjótt vístu teir úr VÍF at teir vóru betra liðið á vøllinum í dag. Eftir 19. minuttir var støðan 9-5. Hálvleiksstøðan var 14-9 til VÍF.

Tá ið eitt korter var lagt av seinna hálvleiki var støðan 19-13 til VÍF. VÍF vann dystin 26-21.

Hallur Arason fekk flest mál fyri VÍF, og fekk hann 7 mál. Sveinur Olafsson skoraði 6 mál fyri H71.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder