Ítróttur

VÍF: Seta nøsina eftir at verða millum trý tey bestu liðini í FTZ-deildini

...

2015-09-17 18:14 Author image
placeholder

Føroyameistararnir úr Vestmanna skulu í fyrsta dysti sínum møta StÍF í Høllini á Skála nú sunnudagin, tað er stór útskifting á VÍF-liðnum, men Ingi Olsen sigur, at teir stevna eftir einum topp 3. plássið. JN.fo hevus sett Inga Olsen venjara hjá VÍF nakrar spurningar.

Hvat vænta tit av kappingarárinum?

- Hetta kappingarárið verður merkt av, at sera nógv rutina manglar á liðinum. T.v.s. at ungir mans, sum nú í nøkur ár hava mynda liðið, saman við teimum meira garvaðu, skulu til at standa á egnum beinum. Tá so er, síggjast oftani stór sveiggj í avrikunum hjá liðinum. Stundum sera gott spæl, men eisini løtur, har menn missa høvdið.

Hvat er tykkara mál?

- Máli er eins og seinasta ár, at fáa botn niveaui upp. Vit skulu royna, at ongantíð falla meira enn eitt vist.

Annars vænti eg, at kappingarárið gerst sera spennandi. At síggja til beint nú, so møguliga tað mest spennandi í langa tíð, har øll liðini kunna taka stig frá hvør øðrum.

Okkara mál til hetta kappingarárið er, at menna ungu leikararnar enn meira. Teir eru sera góðir leikarar, men mangla álíkavæl sera nógv. Har er nógv enn, sum teir kunna blíva betur til. Og av tí, at vit hava mist so nógvar leikarar, so meta vit realistiskt, at vit skulu royna eftir eini topp 3 plasering.

Hvat er tykkara besta vápn?

- Okkara besta vápn í ár skal vera, at vit hava skjótar leikarar, sum megna væl at renna og hartil hava vit fleiri leikarar, sum eru sera væl skjótandi. Raka teir dagin, so eru fleiri av okkara leikarum millum bestu skjúttarnar í FTZ-deildini.

Hvørji lið vænta tit fara, at kappast um FM-heitið?

- Í ár er ilt at útnevna nakran ávísan favoritt til at fara avstað við FM-heitinum. Vildi mett, at við styrkinum H71 hevur fingið, at teir eru eitt gott boð uppá annað finalu plássi. Hitt finaluplássi meti eg at KÍF og Kyndil á pappírinum eru bestu boð uppá. Neistin, VÍF og STÍF skulu royna at drillað hesi trý liðini, meðan eg ikki í løtuni meti, at Team Klaksvík hevur lið til eitt finalupláss.

Hvussu sær tykkara hópur út?

- Vit hava mist Eli Muller, Heina Hanusarson, Sámal Joensen, Agnar Joensen, Sjúrð Nielsen, Mads Eriksen og Teis Rasmussen. Møguliga onkur kemur við seinni, men hesir venja so ikki í løtuni.

Vit hava fingið Nuunu Lars Olsen og Danny Brandt úr Grønlandi. ??tyvir teir hava vit innlima ungar leikarar í truppin. Har eru nógvir ungir leikarar, og helst koma fleiri teirra at vera við yvir alt kappingarárið. Í venjingardystunum hava Jóhan í Garðastovu, Hallur Arason og Høgni Zachariasen verið við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder