Vinna

Viðmerkingar til kjakið um søluna av Sjúrðarbergi

...

2018-07-25 18:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nevndin í JFK tók herfyri ta avgerð at selja Sjúrðarberg. 

Skipið hevur mongu seinastu árini veriðannað skipið hjá samtakinum, sum hevur fiskað kvotuna í Barentshavinum. 

Eftir at sølan varð almannakunngjørd, hevur ávísur almennur áhugi verið um orsøkina til at skipið varðselt, tí hesar viðmerkingar. 

Tá málið var fyri á nevndarfundi, varð kjakast um hvørt vítt tað er rætt frameftir at hava eitt, ella tveyskip at fiska kvotuna í Barentshavinum. 

Niðurstøðan varð, at JFK eftir øllum at døma ikki undir verandi fiskivinnuskipan fer at hava nóg stórakvotu til tvey skip. 

Kvotan í Barentshavinum er í 2018 umleið 27.700 tons eftir at hon er minkað frá 2017 og kvotan fervæntandi at minka enn meira í 2019. Av kvotuni í 2018 vórðu 17 % seld á uppboðssølu. 

Um kvotan er 27.000 tons, ella minni, skulu 15 % seljast á uppboðssølu og Landstýrið kann nær sumhelst taka ta avgerð, at upp til 8,5 % av kvotuni skal lutast út sum menningarkvotur. ??ll kvotaomanfyri 27.000 tons skal frameftir seljast á uppboðssølu. 

Tað vil siga, at tann kvotan, sum JFK undir verandi skipan við vissu hevur, ikki verður hægri enn uml.9.300 tons, sum svarar til tað nøgd, sum Gadus klárar at fiska. 

Tað ber til at keypa kvotu at uppboðssølu og felagið hevur hepnast at keypa kvotu í 2018, men mettverður ikki, at tað er ein nøktandi skipan at keypa kvotu á uppboðssølu, í hvussu so er ikki at eiga skipog hava manning tøka til at fiska kvotu, sum tað møguliga eydnast at keypa. Her skal eisini havast íhuga, at uppboðssøluleisturin sum hann higartil er skipaður, í stóran mun eggjar til at aðrir enn verandiaktørar skulu bjóða og keypa kvotu, sum verður boðin út. 

Tað er rætt, at kvotan fyrr hevur verið lægri enn nú og at JFK tá hevur haft tvey skip at fiska, menmunurin í mun til nú var, at felagið visti, at um kvotan aftur hækkaði, fekk felagið sín part. Hetta erikki galdandi eftir at fiskivinnunýskipanin er samtykt. 

Annars kann leggjast afturat at tá vórðu aðrirmøguleikar at fiska til kvotan aftur hækkaði, m.a. á Flemish Cap, ella í Irmingarhavinum. 

Tí varð avgjørt at selja Sjúrðarberg og tí er tað rætt, sum stjóri felagsins hevur greitt frá umgrundgevingarnar fyri at selja.

 Vegna nevndina í JFK 

Niels Winther Poulsen, nevndarformaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder