Mentan

Viðmerking til tað sum skrivað er um fugl og fuglaveiðu

...

2019-11-02 12:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Viðmerking til tað sum skrivað er um fugl og fuglaveiðu

Eg eri uppvaksin á fuglaplássi , og havi í mínum yngri árum Uppliva so nógvan fugl sum nakar sum livur í ídag .Tá eg var smádrongur úti í Hattarvik , í 50 umun var sera nógvur fuglur Minnist at um summari lá hellan avdekka við fugl , hvørt kvøld , tað bleiv veitt Lomviga í juni og juli og lundi í juli út til halvan august , minnist at eldru menninir tosaðu um tá at fuglurin var byrjaður at minka , tað hevði veri meiri til av fugli áður, men mitt í 60 unum byrjaði orduliga at minka við lomviga , lundin var tann sami , menn gittu um orðsøkina , og var tosa at fyrurin á stapanum ( Bispinun ) kanska hevði skuldina , men síðan hoyrdist aðrastaðni fra at at eisini var fari at minka har , so tað kundi tað ikki vera Lomvigin hevur bara minka síðani , og nú er líti eftir , enn haldi eg eingin kennir veruligu orðsøkina til tað . Lomvigin bleiv friðaður fyri fleyging í 70 unum , og ta fór at minka skjótari , so tann orðsøkin bleiv útiloka Lundin byrjaí at minka um aldarskifti , og hevur veri ójøvn ár síðani

Mesti lundi sum hevur veri í Fugloynni var í 1996 , Urðin Mikla sum er eitt tað størðsta lundapláss í føroyum , har áttu helst fleiri 100.000 pør , minnist at tá landkoma var , urðin sat snóhvit , fuglurin líkasum trokaði hvønn annan av á steinunum , sjógvurin var kolsvartur av fugli , tá so fuglurin kom upp at flúgva var ordulig skyming innanfyri

Eg vil halda at eingin hevur fleyga fugl úti í Fugloy av tídningi seinastu 20 árini , men fuglurin bara minkar , so fleygingin hevur í hvussu fer ikki skuldina í Fugloynni. Man hoyrir frøðingar tosa at friða fuglin fyri fleyg , tað er púra óneyðugt , tað ordnar seg sjálvt , í dag er hatta fari , eingin hevur hug til slíkt , og at duga at fleyga , man vera so sum so

Eg fari at vísa til ein reellan vanda , og tað er rovfuglurin , Bakur , Skúgvur , Ravnur , Likka , má siga at tá vit komu fyrstu ferð niður í skorðarnar aftana lopi var , komu oman á tað niðastu rókina , har atti eitt baka par , var næstan sum at koma niður á eina lomviga rók , har var avdekka av skæli av lomviga eggum

Fóru einaferðupp a eina hellu inni í Skarsvik eitt bakapar átti har , og har lá í hundravís av sundurskræddum lundum , hevði ikki trú tí um eg ikki sá tað sjálvur , og so seint sum sídsta summar tá menn vóru á fjalli inni í Skarsvík lógu sundurskræddir lundar at síggja um allan hagan , so har er ein verulig hóttan fyri svartfuglin , fyrr minnist eg , um menn sóu ein skúgv , ja so bleiv alt gjørt fyri at fáa livi av honum , teir gomlu menninir gjørdu alt fyri at halda rovfuglinum burtur , men nú verðdur líti og einki gjørt

Haldi um man vil svartfuglinum væl so má okkurt gerast fyri at minka um rovfuglin , verður nok ómøguligt at hava bæði

Hugsaði bert at hava hesa ískoyting til skrivingina um fuglin

Vinarliga

Gullak Gullaksen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder