Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og navigatørfelagnum sigur seg undir yvirskriftini ???R??TTING TIL D&V 22.12.2017??? vera skeivt endurgivnan í einum innslagi í Degi & viku.
Annfinnur Garðalíð hevur ikki vent sær til Kringvarpið við sínari kæru. Ei heldur hava teir miðlar, sum kritikleyst hava borið rættleiðingina hjá Annfinni Garðalíð, vent sær til Kringvarpið.
Tað margháttliga í skrivinum er, at Annfinnur Garðalíð als ikki verður endurgivin í innslagnum. Annfinnur Garðalíð verður spurdur og svarar sjálvur fyri seg og felagið, hann myndar, í innslagnum.
Tað er eitt faktum, at formaðurin í Skipara og navigatørfelagnum var millum atfinningarsamastu røddirnar í kjakinum um fiskivinnunýskipanina. At hann nú, tá ið lógin er broytt og samtykt tosar um eina skipan, ið hevur betrað um umstøðurnar hjá sínum limum, er eisini eitt faktum, sum í innslagnum bæði verður lýst við orðum og víst við myndum.
Sjónvarpsinnsløg eru altíð redigerað. Tað eigur ikki at koma óvart á nakran í 2017.
Innslagið sæst her, so hyggjarin kann gera sær sína egnu meting
http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/12/22/20171222formadurinerkuvendur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald