Mentan

Viðmerking til morgunsendingina í kvf. 31.10.2019

...

2019-11-01 13:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Syndarligur fuglastandur?

Nei, tað er syndarligur standur úti á bygd, tað er syndarligur standur úti á útoyggjum. Fólk sum liva og virka úti á bygd, sum hava so nógv gott at geva tí føroysku bjargamentanini, eru fer við at blíva manipulera av moralistum úr Havn ??? Væl lærdir fuglafrøðingar menn og kvinnur, sum sita aftanfyri skermum í Havn, eru í fer við, at gera fólk kriminell úti á bygd, hava tey rættin til tað?

Fyri at kóka hetta niður; umsitingin í Havn hevur ikki samband við veruleikan, úti á bygd, har fuglurin er í bjørgunum.

Haldi mær tilgóðar. Fólk úti á bygd, verða gjørd kriminell, um tey fáa sær eitt kók av fugli, veri seg lunda, lomviga ella kók av eggum, er tað rætt? Hetta er eitt tilfeingið til húsarhaldið úti á bygd, sum tey hava fullan hevdarrætt til. Hetta verður tikið frá teimum, er tað rætt?

Kundi onkur staðið fram og sagt, hvønn ítøkiligan skaða hesi fólkini gera, sum liva og virka, úti á bygd?

Bjargafólk, havi ikki havt nakran viðspælara, síðani Dorete Bloch professari í zoologi.

Dorete Bloch, setti seg ikki afturá og valdi tað sikra ??? tað at siga nei og at geva forboð! Hon valdi at vera við í tí føroysku mentanini, hon valdi tilvitað at vera viðspælari, so tann føroyska bjargamentanin ikki skuldi doyggja út.

Vit eru fleiri bjargafólk, sum eru har, sum fuglurin er og vit eru fleiri, sum veiða fugl um veturin - vit hava fuglin í hondini. Hevði tað ikki verið meira konstruktivt og skilabest av teimum, sum vilja gjarna skilja og gera kanningar av fuglinum, at veri saman við okkum enn ímóti okkum?

Vit hava ongantíð givið forboð til hesi fólkini. Tey, sum hava áhuga í fugli og fuglakanningum, hava altíð verið vælkomin við.

Vit hava øll áhuga í at yvirliva, bæði heiðið og kristi.

Sjúrður í Koltri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder