Vinna

Videokanning av korallum í juni 2018

...

2018-06-19 11:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Annað árið á rað hevur Magnus Heinason gjørt videoupptøkur av havbotninum kring Føroyar.

Í ár var áhersla løgd á tey djúpu økini suður-vestur úr Føroyum. ??kið millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, har korallir vórðu sæddar í fjør, varð tó eisini kannað, sí kort niðanfyri.

Korallir vórðu staðfestar í trimum økjum: Suður av Sandoyarbanka, suður av Føroyabanka og suður av Bill Baileybanka.

Í norðara kanti á Føroyabanka, norðan fyri Skeivabanka og á Munkagrunninum vóru korallir fyrr í tíðini, men á hesum støðum vóru ongar korallir at síggja á hesum túrinum.

Nógvar áhugaverdar eygleiðingar vóru av svampi, botndjórum og fiski.

Les alla frágreiðingina her.

Støðir við videokanning av korallum undir Føroyum í juni 2018, svartir trýkantar, og í 2017, reyðir fýrakantar. Ikki var væntað at finna korallir í økinum norðan- og eystan fyri Føroyar og tí vóru støðir ikki tiknar har.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder