Mentan

Við veðragjólingum á Slættanesi - myndir

...

2019-12-13 15:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag vóru vit við á Slættanesi við veðragjólingum.

Tað hevur verið nógv alda norðanfyri, mikudagin var aldan 8 m, í gjár 5,40 m og í dag 4,60, vit valdu tó at fara og fóru av Oyrargjógv um 10-tíðina í morgun við bátinum Barbaru úr Vestmanna, men tá ið vit komu norður fyri Slættanes var nógv brim, vit valdu so at bíða eina løtu, til eystfallið var hálvrunnið og tá eydnaðist tað at fáa verðagjólingarnar í land heima í Barm.

11 veðragjólingar vóru sleptir. 

Vit tóku nakrar myndir, men myndagóðskan er ikki tann besta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder