2016-08-04 21:37
Í kvøld fer RIB 62 saman við einum filmliði frá Red Bull út at taka ímóti teimum báðum Olly Hicks og George Bullard, sum í kajak hava róð frá Grønlandi til Íslands, nú ávegis til Føroyar, teir koma til Tjørnuvíkar seint í kvøld ella í nátt.
Eftir hvíld í Føroyum gongur leiðin víðari til Shetlands.
Teir løgdu frá landi í Íslandi mánadagin og koma vantandi at landi í kvøld um miðnáttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald