Mentan

Vevmyndir úr lundaholum

...

2017-07-04 16:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan:Aftur í ár er møguleiki at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í 7 lundareiðrum í Skúvoynni og hvussu nógvur lundi er í lundalandinum. Lundareiðrini eru øll sama slag og bygd úr plastikkrørum. Í hvørjum reiðri stendur eitt kamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Føroya Tele hevur stuðlað við internetsambandinum.

Havstovan hevur í nógv ár kannað støðuna hjá sjófuglinum. Slakar tvær milliónir pør av sjófugli eiga í Føroyum. Tá ið ungfuglurin er roknaður við, eru eini fimm milliónir fuglar undir Føroyum á sumri og harafturat koma so pisurnar. Allur hesin fuglur fær sína føði úr sjónum og er tí ein partur av vistskipanini í havinum. Ein betri vitan, um hvussu sjófuglurin trívist, er tí eisini ein betri vitan um, hvussu stendur til í havumhvørvinum.

Vevmyndir úr lundaholunum síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder