2019-08-21 19:04
Tíðindaskriv frá Mikkjalskvøldinum í gjárkvøldi.
Fitt av fólki var komið saman til Mikkjalskvøldið í missiónshúsinum í Sørvági, týskvøldið.
Sangurin gekk avbera væl undir leiðslu av góðum forsangarum, Holgari Johannesen á klaver og Una Svabo á bassinum.
Tað vóru allar samkomurnar í Vágum, ið skipaðu fyri tiltakinum. Eitt úrval av sálmum Mikkjals á Ryggi vóru sungnir við stuttum hugleiðïngum ímillum sálmarnar. Hjúnini Selma og Tórður Johannesen framførdu vakra sálmin ???Um tú vilt gleði vinna, søk ei til hægsta sal???
Alt í alt eitt væleydnað tiltak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald