Mentan

Vesturskin kunnger tiltøk

...

2018-08-06 12:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um smáar tríggjar vikur fer fyrsta mentanarvika í Vágum av bakkastokki. Mentanarvikan, ið ber heitið Vesturskin, verður í døgunum frá 24. august til 1. septembur. Í síðstu viku vóru tey fyrstu tiltøkini kunngjørd. Niðanfyri ber til at lesa um tiltøkini.

Mála toyposar við Miu

Kom og mála tær ein toyposa í Ungdómshúsinum Loftið í Sandavági 26 august kl. 15

Mia Haldursdóttir Smith fer at leiða verkstovuna, har tú lærir at blanda litir við vatntættari máling, fært íblástur og vegleiðing í at gera tín egna toyposa. Listaverkini eru klár at taka heim við og nýta sama dag.

Verkstovan er ætlað luttakarum í skúlaaldri og eldri.

Verkstovan er ??keypis

Finn verkstovuna á facebook her

Barnakonsert við Dánjal

Hósdagin 30. August kl. 17, bjóðar tónleikabólkurin 'Dánjal' tær við á eina interaktiva konsert uppliving, við plássi fyri spontaniteti í Gamla Skúla í Sørvági. Umframt at geva áhoyraranum eina litríka tónleikaliga uppliving, verður lurtarin inndrigin og gjørdur til ein part av tí samlaða listarliga skapilsinum.

Tónleikurin er energiskur, villur, melodiskur og melankolskur og nemur okkara innastu kenslur. Við at siga frá hugvekjandi og provokerandi søgum bæði í talu og tónleiki, er grundleggjandi endamálið, at seta ferð á hugflogið hjá áhoyrarunum, og at seta okkurt í gongd.

Um verkætlanina sigur oddamaðurin í bólkinum, Dánjal á Neystabø, soleiðis: "Tað, sum vit leggja dent á, er at geva børnunum eitt inntrykk og samstundis geva teimum pláss til at gera síni egnu úttrykk og útsagnir. Hetta er ein fantastisk arbeiðstilgongd fyri okkum sum listafólk. Ofta eri eg komin til tað niðurstøðu, at hava børnini bara lært helvtina av tí eg havi lært, so er framførslan væleyðnað"

Men mest av øllum er tað ein frálik ???live??? framførsla!

Tiltakið er ókeypis

Finn tiltakið á facebook her

Náttúruyoga í Salgjógv

Kom og royn yoga í føroysku náttúruni. Tiltakið verður á fjaldu strondini í Salgjógv uttanfyri Bø fríggjadagin 31 august kl. 16.

??ll kunnu luttaka í tiltakinum, roynd sum óroynd. Fyri at koma til Salgjáar krevst tó at man er vælgongdur.

Heibrith Jakobsen er yogalærari á tiltakinum. Heibrith hevur gjørt yoga í 8 ár, og hevur undirvíst sum yogalærari síðani 2014 bæði í Føroyum og uttanlands. Yogatímin verður ein blanding av 'flow yoga' og 'twist & strekk'.

Takið egið undirlag við, so sum máttu, teppi ella handklæði.

Tiltakið er ókeypis

Finn tiltakið á facebook her

Sansa-motorikkur í Viðarlundini í Miðvági

Sansa-motorikkur í Viðarlundini í Miðvági stimbrar sansirnar hjá smábørnum í tí føroysku náttúruni. Við ymiskum spennandi aktivitetum fáa børn og foreldur høvið at royna ymisk sansastimbrandi spøl. Dentur verður lagdur á teir sansirnar, ið eru grundleggjandi fyri motorisku menningini hjá børnum.

Tiltakið er ætlað børnum í vøggustovu- og barnagarðs aldri saman við foreldrum teirra, men øll kunnu vera við.

Mai Prior stendur fyri tiltakinum, sum verur týsdagin 28. august kl. 17. Mai er útbúgvin námsfrøðingur og hevur nomið sær serútbúgving innan sansa-motorik.

Tiltakið er ókeypis

Finn tiltakið á facebook her

Konsert við Lenu Anderssen

Týskvøldið á Vesturskin verður konsert við Lenu Anderssen í Pakkhúsinum ??ti á Gjógv. Saman við Niclas Johannesen fer Lena at framføra sangir úr hennara rúgvusmikla sangskatti, umframt okkurt nýtt tilfar.

Lena hevur framført fitt í ár, á festivalum bæði í Føroyum og uttanlands og hevur seinasta árið havt framførslur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Onglandi og Canada. Eitt nú skal hon á danska konsertferð við sínum bólki í oktober.

Lena arbeiðir júst nú við nýggjari útgávu saman við Niclas, sum bleiv innspæld í Los Angeles fyrr í ár, og útgávan verður gjørd liðug seinni í ár.

Keyp atgongumerki til konsertina fyri 100 kr á
atgongumerki.fo

Finn tiltakið á facebook her

Indisku matur á café Zorva

Café Zorva er nýggj matstova í Sørvági, sum opnaði í juni í ár. Fríggjadagin 31. august og leygardagin 1. septembur bjóðar matstovan uppá indiska matskrá.

Premnath Haldankar er kokkur og ein av eigarunum á Café Zorva. Prem, sum er úr vestara partinum av India, hevur búð nógv ár í føroyum, her hann hevur starvast sum kokkur á matstovum sum Hafina og Áarstova. Indiska matskráin verður ein blanding av vælkendum indiskum rættum og lokalum rættum úr heimstaðinum Goa.

Finn tiltakið á facebook her

Fleiri tiltøk verða kunngjørd í komandi viku. Fylg við á facebook her


Tað er Visit Vágar, ið samskipar Vesturskin í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder