Við íblástri úr frálíka tónleikatiltakinum Húsagongd, er ætlanin at fylla Miðvág við fólki og tónleiki. Kirkjan, Beitið, skeinkistøð, pitsabarrir og grøni náttarbussurin verða karmur eina røð av konsertum við fólki í og úr Vágum.
Tvær konsertir eru í senn og skráin er soleiðis:
21.00 Katrin á Borg í Miðvágs Kirkju
21.00 Hipsumhaps á Broadway
21.45 Holgar og Tórfríð í Smiðjuni
21.45 Sámal Ravnsfjall í Grøna uttan fyri Betri
22:30 Kvæði í Beitinum
22.30 Jórunn og Hans á Gamla Hotelli
23:15 Ghostriders í Listastovuni
00:00 Vágaverk á miðstaðarøkinum í Miðvági
Hvør konsert er hálvan tíma, so luttakararnir hava eitt korter at ganga til næstu konsert. Í trimum teimum fyrstu umførðunum, kunnu áhoyrararnir velja ímillum tvær konsertir. Síðani eru tvær tær síðstu konsertirnar einstakar.
Tiltakið er ókeypis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald