2019-08-20 16:10
Sera hugnalig løta á Fiskastykkinum, har Vága pensionistafelag skipaði fyri bókaframløgu, felagssangi og drekkamunni.
Rithøvundurin Hanus Kamban greiddi frá bókini - Hans Andrias - ein bókmentalig ævisøga - Hanus Kamban legði serligan dent á tað tíðarskeiðið Hans Andrias virkaði sum lærari í Sandavági.
Aftaná var møguleiki at keypa bøkurnar - tær eru í tveimum bindum.
Heini F. Petersen las yrkingar hjá Hans Andriasi.
Vit tóku nakrar myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald