Vinna

Vestmenningur og Fram landa á Kósini

...

2013-07-13 04:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestmenningur og Fram komu á Klaksvík tíðliga í morgun við 250-túsund pundum av gulllaksi, sum varð landaður í Klaksvík og so koyrdut til Tavuna í Leirvík.

Vestmenningur og Fram hava roynt heilt suður ímóti ES-markinum, har royna eisini hini gulllaksaskipini, Stjørnan/Polarhav og Eysturbúgvin/Vesturbúgvin. Tað er góður gulllaksur skipini fáa, prísurin á gulllaksi liggur um kr. 5/kg.

Í kvøld fóru skipini á Toftir at taka ís, síðan verður farið aftur til fiskiskap sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder