Annað

Fimm føroyingar handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum

Seinnapartin í gjár handtók og skuldsetti Føroya Politi fýra mans. Harumframt varð ein maður handtikin og skuldsettur í Danmark. Menninir, sum eru millum 28-48 ár, eru skuldsettir fyri ólógliga varðveitslu og deiling av privatum myndum. Í sambandi við handtøkurnar gjørdi politiið eisini húsarannsókn heima hjá teimum skuldsettu..

2026-10-20 14:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kanningararbeiði í gongd

Undir rannsóknunum varð millum annað lagt hald á teldur, harðdiskar og telefonir, sum politiið nú kannar nærri.

Kanningararbeiðið, sum politiið arbeiðir við undir heitinum Olympus, fer at avdúka, hvussu umfatandi málini eru, og um fleiri persónar skulu skuldsetast fyri ólógliga varðveitslu ella deiling av privatum myndum.

Ólógligt at deila myndir uttan samtykki

Í hesum sambandi skal gerast vart við, at tað er ólógligt atdeila myndir av øðrum uttan samtykki. Tá myndir verða deildar fleiri ferðir, ber ikki til at vita, um avmyndaði persónurin hevur givið samtykki til at deila myndina. Boðskapurin hjá politinum er tí greiður: Slíkar myndir skulu ongantíð sendast víðari.

Persónar, sum hava ólógligt myndatilfar, eins og tey, sum deila slíkar myndir, kunnu revsast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder