Vinna

Ísborg hevur sett kós ímóti Føroyum

Ísborg hevur verið í Skagen í tveir mánaðir..

2026-11-28 16:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Samanlagda felagið Ango í Vági og 7. mai 2026, sum er helvtin av Kinnfelli í Miðvági, keyptu í septembur Margret úr Íslandi, og skifti skipið navn til Ísborg.

Síðani hevur Ísborg verið tveir mánaðir í Skagen har ymiskt arbeiði er gjørt við skipið.

Ísborg loysti úr Skagen seinnapartin í dag, og skal skipið á Fuglafjørð eftir útgerð tá ið teir koma til Føroyar. Ísborg skal á svartkjaftaveiðu tá ið útgerðin er komin umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder