Vinna

Katrin Jóhanna seld til Noregs aftur

..

2026-10-20 13:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vágaskip. fo skrivar:


Í gjárkvøldi fór Katrin Jóhanna av Sørvági og stevndi eystur í hav til Noregs.

Skipið er selt til norskar eigarar og sørvingar hyggja eftir nýggjum skipi.

Og sum skilst er okkurt í stoypiskeiðini, sum er við koma undir land.

Tað var hin 11. december 2018 at Katrin Jóhanna stevndi inn á Miðvág á fyrsta sinni. Partafelagið Kinnfelli hevði keypt Zeta úr Noregi. Síðani eru eigararnir í felagnum farnir í tvey, annar parturin er farin í samstarv við Ango í Vági og hin partur er eftir í Sørvági við Katrin Jóhannu sum aktiv, sum nú er seld.

Fýra systurskip eru av hesum slagnum, har 3 blivu bygd í Chile, tey vóru: El Cazador(1997), Murman II(1998) og Christian í Grótinum(1998). Og Zeta/Herøy/Katrin Jóhanna(1997) bygd í Noreg. Í dag eru hini 3 systurskipini heimahoyrandi í Chile og Katrin Jóhanna við heimstaði í Føroyum og skjótt undir norskum flaggi aftur.

Teir 3 í Chile bygdir hjá skipasmiðjuni Astilleros y Servicios Navales í Santiago og Zeta/Herøy/Katrin Jóhanna(1997) hjá Myklebust Mek. Verksted í Noreg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder