Fyrsta bókin við hesum heiti kom út í 2006. Í hvørjari bók eru millum tólv og fimtan hendingar, ið eru savnaðar millum føroyingar bæði heima á landi og føroyingar, sum búgva uttanlanda. Hann hevur gjørt samrøður við umleið trýhundrað fólk til saman, sum hava uppliva álvarsamar hendingar á sjógvi, á landi og í luftini, har mangan hevur staðið um lív, og eisini har tilburðirnir kostaðu onkrum lívið.
Hóast álvarsamar hendingar, hava fólk ikki hildið seg aftur at siga frá, tá ið tey eru spurd.
Síðan fyrsta bókin kom út í 2006, eru fleiri av teimum, ið sagt hava frá, ikki millum okkum longur, og nógv hevði tí fari í gloymskuna, um tað ikki var savnað og givið út í bók. Hóast bøkurnar ikki hava fingið nógva umtalu í miðlunum, hava tær kortini ligið ovast á sølulistanum í bókabúðunum hvørt ár. Okkurt ár hava tær eisini verid útseldar.
Í bókunum eru myndir av teimum, sum siga frá, eisini nógvar myndir av stødum, har hendingarnar fóru fram. Janus Guttesen hevur somuleiðis gjørt tekningar av hendingunum.
Nú leggur John so pennin, hvat hesum evni av bókum viðvíkur. Nítjanda bókin, sum nú er komin út er tann seinasta í røðini. Tað er forlagið Føroya met hjá Sjúrði Poulsen í Miðvági, sum gevur bøkurnar út. Tað er eisini Sjúrður, sum samskipar og ger bøkurnar liðnar at senda til prentingar.
John hevur annars latið fleiri aðrar bøkur úr hondum. Tríggjar bøkur við kirkjuligum lestrum, eina við stuttsøgum. Eisini hevur hann týtt fýra bøkur úr donskum og úr norskum. Í alt er talan um 27 bøkur. Somuleiðis hevur hann umsett fleiri sálmar og sangir, sum standa í Sálmabókini og í Missiónssangbókini.
Nora Johnsdottir Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald