2026-10-22 08:04
Um tvey tíðina í nátt kom eldur í ein vinnubygning á Gomlurætt. Eingi fólk vóru í bygninginum, men bygningurin hevur fingið stóran skaða.
Klokkan trý í nátt var eldurin sløktur, men eru sløkkiliðsfólk framvegis á staðnum og eftirsløkkja.
Neyðugt var at steingja Sandoyartunnilin í 3 tímar.
Enn er ógreitt hví eldur kom í bygningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald