Skráin til Vestmannadagarnar 2019 er borin í hvørt hús.
Til ber eisini at lesa skránna her.
Aftur hesuferð er nógv á skránni, bæði nýggj tiltøk, og tiltøk, sum hava verið á Vestmannadøgum áður.
M.a. verður skipað fyri bamsurenning, kjakfundur um umhvørvið og ferðavinnu, kjakfundur um umhvørvið og húsarhaldið, listaframsýning, gongutúri við frásøgufólki. Eisini er tónleikur á skránni fleiri av kvøldunum.
Stóri dagurin er leygardagin 14. september, sum byrjar við morgunmati í ítróttarhøllini. Seinnaparturin er fyltur við nógvum áhugaverdum tiltøkum s.s. kapping í leirdúgvuskjóting, gongutúrur niðan í gjónna og ein í viðarlundini. Um kvøldið er øll boðin á Bryggjuna at fáa sær grillaðan laks, tosk ella makrel. Tónleikur verður eisini á skránni alt kvøldið, og endar við dansi.
Til at fyriskipa hesar dagarnar krevjast nógvar hendur, og vit eru sera takksom fyri alla hjálp, ið vit hava fingið til undanfarnu Vestmannadagar. Uttan tykkara hjálp hevði tað ikki verið gjørligt at skipa fyri døgunum. Fleiri hava longu vent sær til okkum og bjóða seg til at hjálpa til í ár, men tørvur er á enn fleiri hondum. Um tú hevur hug at hjálpa til við onkrum í sambandi við Vestmannadagarnar, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til [email protected].
Vit taka eisini longu nú fegin ímóti hugskotum til komandi Vestmannadagar, tað skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald