Mentan

Vestmannadagar 2017 - brellbitar

...

2017-08-28 07:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrireikingarnar til Vestmannadagarnar 2017, sum verða í døgunum 11. - 17.september eru nú so mikið væl áleiðis, at vit nú tora at koma við nøkrum brellbitum.

Nógv er á skránni, bæði nýggj tiltøk, og tiltøk, sum hava verið áður.
Skipað verður fyri borgarafundi, fyrilestrum og framløgum, áhugaverdir gongutúrar í bygdini, og eisini fiskikapping.

Á seinastu Vestmannadøgum skipaðu vit fyri fyrstu ferð fyri spurnarkapping og sjavskapping í Vektarbúðini, bæði tiltøkini verða aftur í ár, eins og Miðnám fer at skipa fyri barnatiltaki. Á skránni verður eisini m.a.málningaframsýning, opið hús í báðum dagstovnunum, tónleikacafé???ir í Vektarbúðini og eins og undanfarin ár byrjar leygardagurin við tí hugnaliga morgunmatinum í ítróttarhøllini.Leygardagin seinnapartin skipa fyri fyri fleiri tiltøkum í ítróttarhøllini og úti.

Fríggjakvøldið verður syngið-við-kvøld. Leygarkvøldið endar við góðum dansi við Jóan Magnus og Paula.

Til at fyriskipa hesar dagarnar krevjast nógvar hendur, og vit eru sera takksom fyri alla hjálp, ið vit hava fingið til undanfarnu Vestmannadagar. Longu hava fleiri vent sær til okkum og bjóða seg til at hjálpa til, men tørvur er á enn fleiri hondumJUm tú hevur hug at hjálpa til við onkrum í sambandi við fyrireikingarnar ella á sjálvum Vestmannadøgunum, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder