Leygardagin 10. september kl. 13.00 ??? 16.00 verður skipað fyri Lat-og-fá marknaði í Ítróttarhøllini. Á marknaðinum eru øll vælkomin at koma og fáa sær klæðir, leikur ella barnaútgerð púra ókeypis.
Lat-og-fá marknaður hevur verið á undanfarnu Vestmannadøgunum. Undirtøkan hevur verið góð, og tí verður skipað fyri tiltakinum aftur í ár.
Endamálið við tiltakinum er at økja um endurnýtsluna av klæðum, leikum og barnaútgerð.
Hvør kennir ikki tað, tá ið man fer at rudda út í skápum og skuffum, at man hevur so nógv, man ikki hevur brúk fyri, men sum er alt ov gott at tveita vekk. Nú fáa allir vestmenningar møguleika at lata tað inn, tey ikki brúka meira, og fáa sær tað, tey mangla.
Fríggjadagin 9. september millum kl. 17-19 kunnu fólk koma í ítróttarhøllina og lata inn rein og heil klæðir til allar aldrar, barnaleikur og barnaútgerð. Einasta treyt er, at klæðini/lutirnir eru rein og heil. Heitt verður á fólk um at sortera klæðini í hesar bólkar: gentur undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri, kvinnur, dreingir undir skúlaaldur, dreingir í skúlaaldri, menn.
Heitt verður á fólk um at býta klæðini í hesar bólkar: gentur undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri, kvinnur, dreingir undir skúlaaldur, dreingir í skúlaaldri, menn.
Leygardagin 10. september millum kl. 13 og 16 kunnu øll síðani koma og fáa sær tað, tey ynskja.
Tað, sum eftir er, tá ið tiltakið endar, verður latið víðari til vælgerandi felagsskap.
Spurningar kunnu setast til Barbaru Brattaberg, tlf. 224702.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald