Fyrireikingarnar til Vestmannadagarnir 2016, sum vera í døgunum 5. ??? 11. september eru nú so mikið væl áleiðis, at vit tora at koma við nøkrum brellbitum.
Nógv er á skránni, eisini tiltøk, sum ikki hava verið á Vestmannadøgunum áður; t.d. kunnu vit nevna spurnarkapping og sjavskapping í Vektarbúðini, linedans-undirvísing, hugleiðingar um virksemi hjá John og Niels hjá John, barnabiografur og framsýning av lutum hjá Bygdarsavninum.
Harumframt verða fleiri av vælumtøktu tiltøkunum endurtikin, m.a. málningaframsýning, opið hús í báðum dagstovnunum, tónleikacafé???ir í Vektarbúðini og ikki at gloyma tann hugnaliga morgunmatin í ítróttarhøllini leygarmorgunin.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða tvey góð tónleikatiltøk: fríggjakvøldið verður eitt hugnaligt syngið-við tiltak, har eisini Kári P. og Martin Joensen luttaka. Kvøldið endar við dansi við Brim.
Leygarkvøldið verður livandi tónleikur á skránni, har ið RoWan, Poul Arni Holm úr Harmadun, og Finnur Koba og Høgni Reistrup fara at framføra. Leygarkvøldið endar við góðum dansi við Jens Marna Band.
Til at fyriskipa hesar dagarnar krevjast nógvar hendur, og vit eru sera takksom fyri alla hjálp, ið vit hava fingið til undanfarnu Vestmannadagar. Longu hava fleiri vent sær til okkum og bjóða seg til at hjálpa til, men tørvur er á enn fleiri hondumJUm tú hevur hug at hjálpa til við onkrum í sambandi við fyrireikingarnar ella á sjálvum Vestmannadøgunum, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til Maud á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald