Mentan

Vestmanna kirkja

...

2018-11-27 12:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eitt afturvendandi tiltak í Vestmanna kirkju er tann vælumtókta adventskonsertin, sum kirkjan skipar fyri saman við Vestmanna Kirkjukóri.

Sunnudagin 2.desember, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður konsert í Vestmanna kirkju klokkan 19, har Vestmanna Kirkjukór á hvørjum ári fær nýggjar gestasangarar at hjálpa sær. Í ár hevur kórið fingið country kongin Hall Joensen at luttaka, so alt skuldi tekna til, at hetta verður ein hugnalig løta í Vestmanna kirkju klokkan 19.00 sunnudagin 2.desember. Drekkamuður og rís á l???amand verður at fáa í kirkjukjallaranum aftaná.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder