Leygarkvøldið 25. mars kl. 20.30 - 21.30 luttekur Vestmanna Kommuna í Earth Hour tiltakinum. Vestmanna Kommuna hevur luttikið í Earth Hour tiltakinum síðani 2010, og er hetta sostatt áttandu ferð vit hava verið við.
Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar.
??ll verða boðin til at luttaka í tiltakinum við at sløkkja ljósið við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur lut í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini hendan tíman. (Av tekniskum orsøkum lýsa gøtuljósini ikki áðrenn Earth Hour tíman. Gøtuljósini tendra hetta kvøldið kl. 21.30.
Um Earth Hour
Heimsnáttúrugrunnurin í Australia vildi gera fólk tilvitað um veðurlagsbroytingarnar, og í 2004 varð Earth Hour hugtakið skapt. Earth Hour byggir á hugtakið ???vón, ikki ótti???, og hugskotið er, at øll kunnu taka persónliga ábyrgd fyri framtíðini hjá jørðini.
31. mars 2007 var Earth Hour tiltakið hildið á fyrsta sinni. Hetta var í Sydney í Australia. ??tlanin var, at tað skuldi vera eitt landstiltak, men áhugin fyri tí gjørdist beinanvegin stórur, og sostatt varð Earth Hour tiltakið í 2008 hildið í 371 býum í meira enn 35 londum kring allan heimin. Í fjør luttóku 178 lond í Earth Hour tiltakinum.
Til ber at lesa meira um Earth Hour á heimasíðuni www.earthhour.org og á www.sluklyset.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald