Gransking: Komandi trý árini fer Jessica Di Toro at granska vælferð og føðslu hjá rognkelsum í Føroyum. Hetta er PhD verkætlan, sum P/F Fiskaaling og Universitetið í Stirling í Skotlandi standa fyri.
Nógvar umsóknir komu inn, tá PhD starvið varð lýst fyrr í vár. Valið fall á Jessicu Di Toro úr Italia, sum hevur útbúgving frá lærda háskúlanum í Perugia og royndir við føðsluinnihaldskanningum innan fisk og annan mat úr sjónum. Jessica hevur serligan áhuga fyri at betra føðsluinnihaldið í fóðrið fyri at betra um fiskavælferð og góðskuna á fiski sum matvøru.
???Eg eri sera spent uppá at byrja hesa verkætlanina og royna mína vitan í praksis. Eg gleði meg til at arbeiða við fólkunum á Fiskaaling, sum higartil hava tikið væl ímóti mær,??? Jessica Di Toro.
Fiskaaling letur fíggjarligan stuðul til verkætlanina, sum eisini er fíggjað av Bakkafrost, Havsbrún, AkerBiomarine og universitetið í Stirling.
Samskipandi fundur
Týsdagin 10. septembur var fyrsti samskipandi fundurin í verkætlanini hildin á Fiskaaling við Áir. Á fundinum vóru Sonia Rey Planellas og Monica Betancor frá University of Stirling, Tibiábin Benítez og Kjetil Ribe frá AkerBiomarine, Rói Christiansen frá Bakkafrost, Hans Jákup Jacobsen frá Havsbrún, Ása Johannesen frá Fiskaaling og Jessica Di Toro.
Ása Johannesen, sum umboðar Fiskaaling í bólkinum, sigur, at: ???Í hesi verkætlan ætla vit at finna útav, hvønn føðslutørv rognkelsi hava, soleiðis at til ber at geva teimum gott fóður. Verkætlanin er sera spennandi og samstarvspartnararnir eru væl kvalifiseraðir, so eg vænti slóðbrótandi úrslit. Jessica hevur júst røttu bakgrund til at fáa tað besta burturúr verkætlanini, so eg eri væl nøgd og gleði meg til at arbeiða við henni.???
Jessica fer at arbeiða á Fiskaaling í seks vikur og fer so eitt tíðarskeið til Universitetið í Stirling. Síðani kemur hon at ferðast nakað millum Føroyar og Skotland í sambandi við arbeiðið við verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald