Mikukvøldið 26. apríl bjóðar Glasir øllum áhugaðum til framløgur og kjak um hægri útbúgvingar. Tiltakið byrjar kl. 18:00 og varir umleið ein tíma.
Til ber at lesa bæði fulla tíð og parttíð á Glasi. Vaksandi útbúgvingartilboð stovnsins fevna bæði umhandilsliga og tekniska øki. Á kunningartiltakinum verður størsti dentur lagdur á tær útbúgvingar, sum verða bodnar út á sumri í 2017, men eisini aðrar komandi og afturvendandi útbúgvingar, sum byrja í 2018, verða umrøddar.
Parttíðarlestur:
AKADEMI??TB??GVINGIN OG DIPLOM??TB??GVINGIN Í LEIÐSLU.
Glasir bjóðar hvørt hálvár 4-5 lærugreinar á akademiútbúgvingini á breytunum ???búskapur og tilfeingi???, ???altjóða marknaðarførsla??? og ???leiðsla???.
Lærugreinarnar verða tiknar stakar, men við eini miðvísari ætlan ber til at ogna sær fult A?? prógv, sum telur 5 lærugreinar og høvuðsuppgávu (tilsamans 60 ECTS). ??tbúgvingin er serliga væl egnað sum framhald av eini lærlingaútbúgving.
Diplomútbúgvingin í leiðslu er best umtókta útbúgving av sínum slagi í Føroyum nakrantíð. Yvir 100 leiðarar hava tikið útbúgvingina higartil, og í løtuni eru eini 30-40 í lestri. ??tbúgvingin mennir teg persónliga og sum leiðara. ??tbúgvingin er á bachelorstigi og tekur umleið 2½ ár (tilsamans 60 ECTS). ??tbúgvingin kann takst omaná Akademiútbúgvingina ella aðra viðkomandi útbúgving. Hon er serliga væl egnað til teirra, sum eru- ella ynskja at gerast leiðarar ella millumleiðarar, bæði innan almenna og privata geiran.
Fulltíðarlestur:
MARKNAÐARF??RSLUB??SKAPUR OG FRAMLEIÐSLUT??KNINGUR
Í summar fáa tey fyrstu lesandi á Marknaðarførslubúskapi á Glasi prógv. Samstundis verður nýggjur flokkur tikin upp. Glasir hevur í fleiri ár útbúgvið Framleiðslutøkningar, og í summar verður nýggjur flokkur upptikin.
Tú kanst søkja inn á hesar útbúgvingar, um tú hevur gymnasialt miðnámsskúlaprógv ella eina yrkisútbúgving á miðnámi.
??tbúgvingarnar geva bæði lestrar- og yrkisførleikar. So til ber at fara beina leið út í vinnulívið, men til ber eisini at halda fram, til dømis við eini professiónsbachelor. ??tbúgvingarnar geva eisini avriksflutning (merit) til aðrar útbúgvingar. Tær taka 2 ár (tilsamans 120 ECTS).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald