Vinna

Veðurlagslóg Nú! sendir hervið boð inn um keyp av Magn fyri 1,00 kr.

...

2021-06-11 06:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar hava tikiðundir viðparíssáttmálanum sum staðfestir, at miðal hitaøkingin á Jørðini skal avmarkast til í mesta lagi 2C hitastig, og helst undir 1.5C hitastig. Fyri at røkka hesum, mugu vit steðga viðat bjálva Jørðina, t.v.s. steðga útláti av vakstrarhúsgassum frá olju, gassi og koli. Oljuframleiðslan má niðurlagast, áðrenn oljan er uppi, tí tá er ov seint og vendist ikki við.

Oljuvinnan hevur onga framtíð. Hon er ikki kappingarfør viðframleiðslu av varandi orku, hvørki tá talan er um prís, sjálvbjargni, heilsu ella umhvørvi. Oljuvinnan er drívmegin handan veðurlagsbroytingarnar vit merkja í dag.

Hesum hevur oljuvinnan vitaðav í mong áratíggju. Tó hevur hon einki gjørt fyri at basa veðurlagskreppuni - tvørturímóti. Oljuvinnan hevur sáaðiva um veðurlagsvísind viðlygnum um bæði veðurlagskeppuna og neyðugu loysnirnar, iðlongu eru tøkar. Hendan villleiðingin heldur áfram umvegis Magn. Fyrrverandi nevndarformaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, váttaði viðeinum langum villleiðandi skrivi í miðlunum 12.01.2021, at Magn framvegis er ein bági fyri orkuskiftið. Oljuvinnan er ein deyður endi.

Eftirsum Magn eftir øllum at døma ikki hevur viðurkent hendan veruleikan, men framvegis roynir at drýggja oljuøldina, so meta vit á einum framskygdum grundarlagi ikki, at felagiðer vert meiri enn 1,00 kr í verandi líki.

Oljuvinnan skal taka ábyrgd á seg viðat fella í fortíðina. OljufelagiðMagn fer í søguna, og leggur fult og heilt um til at vera ein viðspælari í at basa veðurlagsbroytingunum viðat veita føroyingum og føroyska vinnulívinum burðardygga og varandi orku.

Magn sum ogn hjá Veðurlagslóg Nú! fer í framtíðini at:

  • sleppa tvíspælinum og leggja alla orku í orkuskiftið. Í tann mun olja verður neyðug framyvir, skal hon raðfestast til at útbýggja ta varandi orkutøkni iðskal avloysa olju, gass og kol.

  • seta ferðá orkuskiftiðviðat veita orku-alternativ, soleiðis at oljusølan skjótt kann fara niður í einki. M.a. skulu skjótiløðistøðir setast upp og íløgur gerast í brint- og ammoniakktøkni, sum í alt størri mun verða brúkt sum orka í skipum og í vinnuvirksemi.

  • mæla frá oljuleitingum í føroysku undirgrundini. Ongar íløgur skulu spillast uppá oljuleitingar. Heitt verður á onnur oljufeløg um at niðurlaga núverandi oljuframleiðslur á skipaðan hátt.

    Vinarliga Veðurlagslóg Nú!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder