Vinna

J&K Petersen fær nýggjar eigarar

Við nýggjum eigarum fer felagið undir ein nýggjan kapittul við føroyskum eigarum, kendari leiðslu og einum sterkum grundarlagi fyri framhaldandi menning..

2026-11-07 16:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søluavtalan um eina av elstu entreprenørfyritøkunum í Føroyum er undirskrivað í dag.

Keyparin er eitt nýstovnað føroyskt móðurfelag. Aftan fyri felagið standa André Hentze Johansen úr Sandavági, Sigtór A. Petersen úr Sørvági og Jákup Mørk úr Tórshavn. Teir báðir seinastnevndu eru longu partur av leiðsluni í J&K Petersen og kenna tí bæði fyritøkuna, starvsfólkini og virksemið væl.

Við eigaraskiftinum verða drúgvar royndir og vitan í felagnum sameind við nýggjar førleikar í eigaraskaranum. Tað gevur góðar fortreytir fyri at byggja víðari á tað, sum J&K Petersen stendur fyri, og menna fyritøkuna til framtíðar uppgávur.

Føroyskur ognarskapur og kend leiðsla

J&K Petersen verður verandi á føroyskum hondum, og verandi leiðsla heldur fram. Sigtór A. Petersen verður sostatt framhaldandi stjóri í samtakinum, sum eisini fevnir um J&K Betong og Miðvágs Grót.

Fyri kundar, samstarvsfelagar og starvsfólk merkir hetta framhald við kendu leiðsluni og teimum royndum og førleikum, sum eru bygdir upp í felagnum gjøgnum árini.

Royndir og nýggir førleikar skulu bera menningina víðari

Nýggi eigaraskarin sameinir byggifakligar, leiðsluligar og fíggjarligar førleikar.

André Hentze Johansen er útbúgvin byggifrøðingur og hevur 13 ára royndir innan byggivinnuna. Sigtór A. Petersen hevur starvast í J&K Petersen í tilsamans 13 ár og verið stjóri seinastu fýra árini. Jákup Mørk, fíggjarleiðari, kom til felagið í 2022.

-Tað hevur stóran týdning, at J&K Petersen framhaldandi er á føroyskum hondum. Hetta tryggjar, at verandi leiðsla og drúgvu royndirnar í felagnum verða varðveittar, samstundis sum nýggir førleikar og royndir koma inn í eigaraskaran. Hetta gevur felagnum eitt gott grundarlag fyri framhaldandi menning, sigur Sigtór A. Petersen.

Nýggju eigararnir taka við, tá eigaraskiftið er góðkent av Kappingareftirlitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder