André Hentze Johansen úr Sandavági hevur keypt byggifyritøkuna J&K Petersen, saman við Sigtór A. Petersen úr Sørvági og Jákup Mørk úr Tórshavn. Teir báðir síðst nevndu eru longu partur av leiðsluni í J&K Petersen og kenna tí bæði fyritøkuna, starvsfólkini og virksemið væl.
André eigur 60%, Sigtór eigur 30% og Jákup eigur 10% av nýggja móðurfelagnum.
André hevur drúgvar royndir frá bæði stórum og smáum byggi- og infrastrukturellum verkætlanum í Danmark og hevur arbeitt við verkætlanum fyri altjóða risafyritøkur sum Google, Microsoft, Meta og Apple.
Hóast hann býr í Danmark, hevur hann framvegis eitt sterkt tilknýti til heimbygdina Sandavág og hevur eina greiða ætlan um, at J&K Petersen framhaldandi skal vera ein føroysk fyritøka, rikin úr Føroyum og av føroyingum.
Eitt eigaraskifti er nú veruleiki í einari av størstu byggifyritøkunum í Føroyum
Sandavágsmaðurin hevur keypt J&K Petersen og verður saman við verandi leiðslu partur av nýggja eigaraskapinum.
Nýggi eigarin hevur drúgvar royndir innan byggivinnu, entreprenørvirksemi og leiðslu av bæði stórum og smáum verkætlanum.
André hevur í 10 ár starvast sum verkætlanarleiðari hjá einari av størstu entreprenørfyritøkunum í Danmark. Har hevur hann verið við til at leiða og fremja stórar byggi- og infrastrukturellar verkætlanir.
Seinnu árini hevur hann rikið egna fyritøku innan ráðgeving og entreprenørvirksemi. Kundarnir hava millum annað verið Vejdirektoratet, Banedanmark og altjóða tøknifyritøkur sum Google, Microsoft, Meta og Apple.
Verkætlanirnar hava fevnt víða. Hann hevur millum annað verið við til at byggja og útbyggja motorvegir í Jyllandi, jarnbreytarverkætlanir fyri Banedanmark og datamiðstøðir fyri altjóða tøknifyritøkur. Harumframt hevur hann royndir við bygging av kommunalum vegum, goymslubygningum og havnaútbyggingum.
Vil varðveita føroyska samleikan
Hóast André býr í Danmark, hevur hann framvegis bústað í heimbygdini Sandavági og eitt sterkt tilknýti til Føroyar.
Ein týðandi grundgeving fyri keypinum er ynskið um at varðveita og menna eina sterka føroyska byggifyritøku.
Nýggi eigarin leggur stóran dent á, at J&K Petersen framhaldandi skal vera ein føroysk fyritøka, bæði í eigaraskapi og dagligum rakstri. Tað hevur stóran týdning, at fyritøkan verður verandi í Føroyum og framhaldandi verður rikin av føroyingum.
Ætlanin er ikki at flyta leiðslu ella rakstur úr Føroyum. Tvørturímóti er ynski at byggja víðari á tað, sum longu er skapt, og samstundis geva fyritøkuni nýggjar møguleikar við royndum og kunnleika frá altjóða byggivinnu.
Byggja víðari á verandi grundarlag
Verandi leiðsla heldur fram í sínum leikluti, og dagligi raksturin heldur fram sum áður. Verandi leiðsla er eisini partur av nýggja eigaraskapinum.
Við nýggja eigaraskapinum fær J&K Petersen atgongd til drúgvar royndir frá bæði stórum donskum og altjóða byggiverkætlanum, samstundis sum føroyski samleikin og verandi grundarlag verða varðveitt.
Málið er at menna J&K Petersen víðari sum eina sterka føroyska byggifyritøku við røtum í Føroyum og møguleikum uttan fyri landoddarnar, sigur André at enda tá ið vit tosaðu við hann fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald