Mentan

Uppboðssøla í Steigartúni

Fyrireikingarnar til eina uppboðssølu av røstum krovum er byrjað. .

2026-11-08 21:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum áður greitt frá, varð annar av løgmanshjøllunum bygdur uppaftur í summar so nær upprunalíki sum til bar. 

Heystið nærkaðist, og tankarnir hjá monnum fóru at sveima. Hvussu mundi tað hilnast við røstum og turrum kjøti hjá teimum 17 løgmonnunum, ið búleikaðust her á staðnum frá 1555 til 1816?? 

Og aftur í Suðuroyar-Dánjalsa tíð frá 1822 til 1874.

Vit valdu at bjóða spurninginum av og fóru í holt við at tosa við hagapartarnar í bygdini um at lata eitt lamb í part til fornminnafelagið. 

Og ikki var meira enn hálvtalað orð, so høvdu allir 12 hagapartarnir í bygdini latið eitt lambskrov í part. Og tøkk skulu teir hava fyri tað. 

Hjallurin verður í hesum døgum royndarkoyrdur, og ræsingarprosessin er longu í gongd. Og fornminnafelagið kann bjóða øllum áhugaðum til eina uppboðssølu av røstum kjøti í desember. Vit fara at hava netuppboðssølu 7., 8., 9. og 10. desember, har eitt krov verður bjóðað út hvønn dagin. Bjóðast kann upp á ræsta krovið her á okkara facebook-síðu «Sandavágs Bygdarsavn og Fornminnafelag». Nakað á sama hátt, sum gjørt verður á rótikøssunum, har bjóðað verður undir myndini. 

Síðani verður høvuðsuppboðssølan fríggjakvøldið tann 11. desember 2026, klokkan 19:00. Tá verða 5 sundurlimað røst krov og 3 heil røst krov seld á uppboðssølu. 

Vit bjóða súpan og annað gott hetta kvøldið, og møguleiki verður bæði at gjalda kontant og við korti, tí terminalur verður á staðnum. 

Og so verður opið hús hjá Jóan Peturi og hjá Suðuroyar-Dánjali alt kvøldið. 

Allur innkomin peningur fer óskerdur til at varðveita fornminni í bygdini. 

Vit koma við kunning so hvørt á portalinum JN.FO og á facebook-síðuni hjá “Sandavágs Bygdarsavni og Fornminnafelagi”.

Sandavágs Bygdarsavn og Fornminnafelag 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder