2018-07-05 09:42

Klaksvíkar kommuna hevur fingið løggilding til sína fyrstu vatnveiting, ið er vatnveitingin á Trøllanesi.
Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Jóhan við Neyst, leiðari á vatndeildini hjá kommununi hevur staðið fyri arbeiðinum at fáa løggilding til vatnveitingina saman við uttanhýsis ráðgeving.
??la Jákup Bech, tekniskur stjóri í kommuni og Jóhan við Neyst fingu handað løggildingina, og eru teir báðir fegnir um, at verða komnir á mál við at løggilda fyrstu vatnveitingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald