Vága Kommuna:
Í 1913 søktu fimm mans í Vágum um traðir av kongsjørðini á Norðara Leiti í Miðvági. Teir vóru: Martin Nielsen ???Stóri Martin, Martin Jacobsen ???Lítli Martin, Dánjal Poulsen ???Suðuroyar Dánjal, Sørin Nielsen og Mikkjal Joensen.
Stóri Martin, bygdi eitt lítið fjós umleið 1918, við rúmi, sum hann húsaðist í, tá hann var har. Hann hevði tá neyt í Vatnsoyrum. Í 1921 avgerð hann at ??yta oman at búgva og býr við húski sínum í einum parti av fjósinum. Hetta er fyrsta húski, ið setist á staðnum. Dagurin er20. oktober 1921.
Í samband við 100 ára dagin, hevur Vága kommuna skipa eitt miðstaðarøki í Vatnsoyrum, har borgarar kunnu koma saman um ymisk tiltøk í bygdini. Og leygardagin 23. oktober kl. 14.00, verður hátíðarhald í bygdini í samband við 100 ára dagin, tá miðstaðarøkið somuleiðis alment verður tikið í nýtslu.
Skráin fyri dagin:
Kl. 14.00 Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og heldir eina røðu
Kl. 14.10 Borgarstjórin avhendar miðstaðarøkið og Kirstin Poulsen úr Vatnsoyrum avdúkar minnismerkið
Kl. 14.15 Fjósið ??? fyrsta húsið í Vatnsoyrum er opið við myndaframsýning
Kl. 14.45 Borgarstjórin bjóðar vælkomin á Zarepta har kommunan bjóðar kaffi og kakur
Kl. 14.50 Vágakórið syngur
Kl. 15.30 Í salinum greiðir Karl Jóhan Nielsen frá um Vatnsoyrar og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur hugleiðir um Vatnsoyrar sum niðurseturbygd
Kl. 16.00 Bókaframløga um Vatnsoyrar ??? Dánjal Poulsen leggur fram um ætlaðu bókina um Vatnsoyrar
Kl. 17.00 Tiltakið endar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald