2017-05-15 12:00
Í kvøld, mánakvøldið 15. mai kl. 19.30, fer Vestmanna Sangkór at hava árligu vár- og summarkonsertina í Vestmanna Kirkju.
Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, uppií nakrir svenskir, íslendskir og onkur á látíni.
Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Áðrenn konsertina í Vestmanna Kirkju fer Vestmanna Sangkór inn á heimið á Grønanesi at syngja nakrar sangir fyri búfólkum og starvsfólki har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald