Mentan

Val av húsanevnd til Bygdarhúsið í Miðvági

...

2019-09-26 12:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú kommunan hevur keypt bygdarhúsið í Miðvági, ynskir býráðið, at ein húsanevnd verður vald at standa fyri rakstrinum av húsinum, umframt at skipa fyri tiltøkum v.m.

Kallað verður tí inn til fund í Bygdarhúsinum mikukvøldið tann 02. oktober 2019 kl. 2000at tosa um, hvussu arbeiðið skal skipast og til at velja eina nevnd.

Heitt verður á øll áhugaði um at møta.

Borgarstjórin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder