Mentan

Vágs kommuna: Starvslesandi hjá Vágs kommunu

...

2017-02-09 09:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ert tú undir hægri lesnaði í Føroyum ella uttanlands, og hevur tú eina lestrarhálvu, ið tú kanst nýta sum starvslesandi?

Vágs Kommuna er ein kommuna í stórari menning og hevur leypandi nógvar spennandi verkætlanir. Fyri at hesar verkætlanir skulu gerast á skilabesta hátt og fyri at náa bestu úrslitunum, bjóðar Vágs Kommuna lesandi at gerast ein part av ymisku verkætlanum.

Við starvslesandi fær Vágs Kommuna víðka um sítt netverk, samstundis sum tey starvslesandi, við ástøði og amboðum frá síni útbúgving kunnu hava stóra ávirkan á hvussu ymisku nýggju verkætlaninar og átøkini koma at síggja út í Vági, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Hvør kann koma í starvslesna?

Tá verkætlanirnar í Vágs Kommuna spenna vítt og kommunan hevur nógvar ymiskar verkætlanir, er nøkur ávís útbúgving ikki eitt krav, tó nakrar útbúgvingar natúrligt eru meiri viðkomandi enn aðrar.

Vit í Vágs kommuna er eisini áhuga í, at taka ímóti tær, sum hevur eina áhugaverda verkætlan, sum tú og Vágs Kommuna kunnu arbeiða við saman, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Hevur hetta tín áhuga?

Hevur tað tín áhugað at gerast starvslesandi hjá Vágs kommunu, so kanst tú venda tær til okkara á t-post adressu[email protected]ella á telefon 663000.

Vágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder