2016-11-24 15:10
Sunnudagin 27. november kl. 18.30 fer Vágakórið at syngja jólini inn í Bíggjar kirkju.
Myndin omanfyri er ikki dagførd, tí kórið er væl størri og telur umleið 40 sangarar nú.
Kórið fekk eisini nýggjan kórleiðara seinasta ár, tá Sámal Matras Christiansen loysti Gudmund Mortensen av.
Kórið venur einaferð um vikuna á Giljanesi. Dentur verður lagdur á støðugt at menna kórið við fleiri sangarum og fleiri spennandi uppgávum, sum óivað fara at upplivast væl hjá teimum, sum koma at lurta.
Kórið bjóðar øllum vælkomnum at fylla hugnaligu Bíggjar kirkju til eina gevandi sangløtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald