Vága kommuna hevur keypt Bygdarhúsið í Miðvági fyri 2,8 mió. krónur. Kommunan átti frammanundan tann partin av bygninginum, sum barnaskúlin í Miðvági húsast í.
Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá kommununi at eiga allan bygningin, og býráðið frøðist um, at hetta loksins bar til. ???Tá nú bygningurin varð settur til sølu valdu vit at bjóða, og vit eru sera fegin um at tað eydnaðist okkum at fáa hendur á Bygdarhúsinum???, sigur Eyðdis H. Niclasen borgarstjóri.
Bygdarhúsið hevur áður verið nýtt til m.a. ungdómsvirksemi og sum samlingsstað fyri borgararnar í kommununi, og býráðið sær nógvar møguleikar í bygninginum.
???Møguleikarnir eru nógvir við nýggju hølum, og nú vit vita at vit eiga bygningin, fara vit í býráðnum at viðgera nærri, hvussu vit kunnu fáa sum mest burturúr til gangs og gleðið fyri borgararnar í Vága kommunu???, sigur borgarstjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald