Vága býráð samtykti á fundi tann 20. juni 2016 at stuðla Miðvágs Fornminnafelag við kr. 25.000,- til granskingararbeiði.
Miðvágs Fornminnafelag hevur í nógv ár gjørt eitt stórt granskingararbeiði. Serliga umfatandi er savnið av gomlum myndum, sum felagið hevur savnað.
Tey arbeiða eisini við øðrum evnum. Nevnast kunnu:
??? Prestarnir í Vága Prestagjaldi. Myndir, frágreiðingar um prestarnar, brævaskifti v.m.
??? Føroyingar sum fóru til Canada, serliga í 1927-29. Nógvir føroyingar fóru til Canada, harav vóru 11 úr Miðvági, 3 úr Sandavági og 6 úr Sørvági. Funnið er fram keldutilfar í Canada.
Ein bólkur innan felagið arbeiðir eisini við at byggja upp eitt bátasavn. Fleiri gamlir bátar í ymsum støddum eru í kommununi, umframt fiskireiðskapur, grindareiðskapur og amboð til bátasmíð. Áhugin fyri at varðveita og brúka gomlu bátarnar er stórur, tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald