Mentan

Vælkomin til mentanardagar í Sunda kommunu

....

2016-09-07 08:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So standa aftur nakrir spennandi og fjølbroyttir mentanardagar fyri durum.

Í ár hava vit valt at heilsa og rørsla skulu seta dám á mentanardagarnar. Okkara ágrýtnu Rynkeby-súkklarar fara at greiða frá til setanina og skipa teir eisini fyri súkklutúrum fyri í gjøgnum vikuna. Fyri fyrstu ferð er Fólkaheilsuráðið við í mentanardøgunum. og bjóða teir øllum borgarum at koma á gátt í Hósvíkar skúla leygardagin 10. september í samband við stóra morgunmatarborðið í bygdarhúsinum, sum kommunan skipar fyri.

Latið okkum hesar dagar raðfesta felagsskapin og njóta mongu mentanarligu tiltøkini, sum eru í okkara kommunu.
Hetta er eisini eitt gott høvi at vitja aðrar bygdir í kommununi. Vit eru øll ymisk, men partur av Sunda kommunu.
Eg vil vegna býráðið bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til mentanardagar 2016.

Heðin Zachariasen, borgarstjóri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder