Mentan

Vælkomin í grannalagið

...

2019-05-04 10:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu Gestir

Vit vilja bjóða tykkum vælkomin inn til okkara, og vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld saman við tykkum.

Fyrsta framførslan á skránni er kl. 1900, og eftir tað byrjar ein nýggj framførsla 15. hvønn minutt onkrastaðni í grannalagnum.

Framførslurnar vara áleið 30 minuttir.

Eftir kl 21 byrja vit so av nýggjum, so um tað er okkurt, sum tú ikki hoyrdi í fyrstu atløgu, hevur tú møguleikan aftur tá.

Vit halda fram til umleið kl 0100.

Nøkur góð ráð.

Verið við frá byrjan. Kvøldi er styttri enn tú heldur.

Verið í góðari tíð. Stovurnar eru smáar og fyllast skjótt, so vil tú trygga tær at hoyra og síggja væl, so mást tú vera í góðari tíð.

Gera eina ætlan frammanundan. Tú nær ikki allar konsertirnar, so njót tær tú nær.

Hav í huga - Tað er fólkið í grannalagnum, sum vísa gestablídni og bjóða inn, so vísið sóma, umhugsni og vanligan fólkasið.

Fyri at fáa atgongd til allar stovukonsertirnar er neyðugt at skifta atgongumerki um við eitt armband.

Hetta ger tú niðri á Loftagrund frá kl 1730 leygardagin, har høvi eisini er fyri at keypa sær okkurt drekkandi.

Fyrireikararnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder