Mentan

Væleydnað Summarvika higartil

...

2017-08-09 18:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klaksvik.fo Í dag og í kvøld heldur upphitingin til Summarfestivalin fram við forkunnugum tiltøkum, sum eru partur av Summarvikuskránni.

Sì myndir her.

Veðrið var fantastiskur viðleikari í gjár, tá ið skótarnir stílaðu fyri legubáli á Akursmørk og altjóða sálmakvøld var í Christianskirkjuni, og kvøldið endaði við eini væleydnaðari konsert á Vágni.

Nostalgi og hugni vóru lyklaorðini, tá ið skótar í øllum aldri hittust á Akursmørk til legubál, har øll vóru við í sangi og spølum við sneiðbreyði afturvið, og í Christianskirkjuni var hátíðardámur við sálmum á fleiri málum, sum hornorkestrið eisini setti sín dám á.

Góða veðrið kom veruliga til sín rætt, tá ið flótandi konsertin á Vágni fór av bakkastokki, tí nógv fólk vórðu savnaði í fjøruni á vestara armi og við bátabrúgvarnar á eystara armi.

Í dag heldur Summarvikan fram, og fyrstu tiltøkini byrja kl.16, tá ið fiskasølan í Klaksvíksgarðinum letur upp og RC-felagið skipar fyri modelbátasigling uppi á Hálsi. Kl.17 bjóðar Fullpower til ráa, festliga og avbjóðandi venjing á Akursmørk, og kl.20 byrjar Summarfestival-karneval í Klaksvíksgarðinum, har øll eru vælkomin at ganga við yvir á Akursmørk til hugna og fýrverk.

Skráin fyri Summarvikuna kann takast niður umvegis leinkjuna niðanfyri myndirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder