Fólkaheilsurenning 2017
Fólkaheilsurenning 2017 er nú farin aftur um bak, og vit fegnast um, hvussu heppin vit vóru við veðrinum henda leygardagin 3.juni.
Á degnum vóru bæði Fólkaheilsurenning, Tórshavn Marathon og hálvmarathon á skránni, og byrjaðu øll samstundis á Vaglinum. Fitt av fólkið høvdu meldað seg til samlaða tiltakið. Til Fólkaheilsurenningina, sum taldi útvið 200 fólk, luttóku bæði børn og vaksin, og fólk bæði gingu og runnu. Teinurin var 5,5 km og byrjað varð á Vaglinum, síðan gekk leiðin eftir Áarvegnum, Yviri við Strond, oman eftir R.C. Effersøes gøtu, Jónas Broncksgøtu og síðan heima aftur eftir Áarvegnum og í mál á Vaglinum.
Summi høvdu nýtt Fólkaheilsurenning sum høvi til at samlað fleiri familjulimir til ein hugnaligan og virknan dag saman, og fegnast vit um hetta.
Yviri við Strond høvdu íbúgvar og starvsfólk á Boanesheiminum gjørt nógv burturúr degnum fyri at stuðla øllum luttakarunum til samlaða tiltakið ??? bæði við fløggum og við at veittra úti við vegin. Tað eru vit sera takksom fyri, og tað fløvar!
Vit vóna at síggja enn fleiri til Fólkaheilsurenning næsta ár, og at enn fleiri nýta høvi til at samla familju ella vinir til ein hugnaligan og virknan dag saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald