Mentan

Væleydnað Fólkaheilsuráðstevna

...

2021-12-03 18:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag var Fólkaheilsuráðstevnan ???Hvussu hevur tú tað, barn???? hildin í Kongshøll. 200 fólk vóru í Kongshøll, og eini 100 fólk fylgdu við á stroymingini.

Á ráðstevnuni hoyrdu vit frá barnanna umboðskvinnu um rættindi hjá børnum. Hanna Vang legði dent á, at børn eiga at vera hoyrd og vera við, tá ið stórar broytingar skulu gerast, sum hava ávirkan á tey.

Tað vóru fýra evni á ráðstevnuni, sum vóru rørsla, sálarlig heilsa, kostur og skíggjanýtsla.

Peter Krustrup legði fram um burðardyggar rørslutættir t.v.s. loysnir, sum vit longu hava, sum kunnu setast í verk í skúlum, frítíðarskúlum og í frítíðarlívinum. Vit hava eisini eina føroyska loysn uppá tað, sum ÍSF hevur tikið stig til. Helgi Winther Olsen tosaði nevniliga um Skúlaleikir, sum fleiri stovnar í Føroyum arbeiða saman við ÍSF um, og tað er neyðugt í einum so lítlum samfelagi sum okkara.

Á ráðstevnuni varð dentur eisini lagdur á sálarliga heilsu, og at tað eru ung sum stríðast. Annika Helgadóttir Davidsen prátaði um, at tá vit tosa um ung og sálarliga heilsu, hevur tað týdning at vit eisini síggja fjølbroytni millum ung og síggja støðuna í síni heild, tí vit hava eisini ein bólk av ungum, ið ikki hevur sálarligar trupulleikar. Hon nevndi eisini, at nøkur ung eru trýst av umstøðum í samfelagnum, sum t.d. at tey hugsa nógv um, um tey fara at klára seg í dagsins samfelagi, og tí kunnu trupulleikarnir møguliga ikki loysast við at fara til sálarfrøðing, men loysnin skal finnast í broytingum av samfelagnum. Ziggi Santini tosaði um at brúka ABC fyri sálarliga heilsu, sum amboð at geva børnum og ungum ein virknan gerandisdag, sum millum annað kann virka fyri at fyribyrgja nýtslu av rúsevnum og alkoholi. Hesa loysn arbeiða vit longu við í Føroyum. Monika Mohr vísti á, at vit í Føroyum hava 26 stovnar, feløg og kommunur, sum arbeiða saman um at fevna um ein stóran part av føroyska samfelagnum, og at fleiri av hesum gera sálarliga heilsufremjandi átøk fyri børn og ung.

Snorri Patursson legði nýggju kostráðini fram og vísti á, hvussu kostrákini hava flutt seg ígjøgnum tíðina. Trupulleikarnir, sum eru við ringum kostvanum blivu settir í eitt annað sjónarhorn, tá Anna Elsøe prátaði um at koma burtur frá tí strongdarkenda sambandinum, vit hava til mat, sum vit hava fingið ígjøgnum eina kurmentan. Hon vísti á, hvussu vit kunnu venda sjónarhorninum til matarró og verða tilvitað um, hvussu vit tosa um kropp og mat, tá børn eru til staðar.

Á ráðstevnuni endaði Gitte Klein við at greiða frá nýggju føroysku skíggjaráðunum. Serliga vit, sum eru foreldur stúra fyri skíggjanýtsluni, sum vit sjálvi og børnini hava. Sheri Madigan hevði seinastu framløgu, sum legði dent á bæði vansar og fyrimunir við skíggjanýtslu hjá børnum og ungum. Hennara framløgu stuðlaði væl teimum føroysku kostráðunum.

Aftaná framløgurnar bleiv ársins Fólkaheiðursvirðisløn handa av løgmanni, Bárður á Steig Nielsen, sum eisini hugleiddi um, at besta tilfeingið eitt samfelag eigur, er føroyska fólkið og av hesum eru børnini framtíðin.

Vinnarin gjørdist Parasport Føroyar. Petur Elias Petersen, formaður í felagnum tók ímóti heiðrinum. Grundgevingin fyri heiðurin var:

???Parasport Føroyar skapar møguleikar hjá børnum og ungum at íðka ítrótt og eggjar teimum at fáa góðar vanar. Hetta eru ung, sum ikki altíð natúrliga íðka, men við góðari ráðgeving, vegleiðing og motivatión er felagið virkið við góðum íðkarum.???

Við hesi fólkaheilsuvirðisløn eru vit við til at varpa ljós á arbeiðið hjá Parasport Føroyar, soleiðis at enn fleiri gerast varug við, at ung, ið bera brek, eins og øll onnur, kunnu vera við. ??ll eiga at fáa møguleikan at íðka og at hava eitt virkið lív við sunnari rørslu.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum tók til seinast saman um, og legði dent á, at ymisku framløgurnar á ráðstevnuni vístu á, at vit hava amboðini til at fremja heilsuna hjá børnum og ungum í breiðari merking, men tað krevur, at vit standa saman um at betra karmarnar hjá teimum ungu. WHO vísir eisini á, at á heimstøði hava vit ov lítið av rørslu og vit vita, at vit hava trupulleikar við kostvanum og vit síggja sálarligar trupulleikar millum ung, og vit síggja, at tann atferð vit hava rundan um tøkni kanska er partur av orsøkini. So tingini hanga saman og vit vóna boðskapurin í dag hevur verið at síggja fólkaheilsu og trivnað hjá børnum og ungum í síni heild og at samantvinna okkara átøk í mun til tey fýra økini, sum vit hava lagt dent á í dag. Allar framløgur, sum hava verið í dag, eru grundaðar á gransking.

Albert Einstein segði á sinni, at allýsingin av ørskapi er at endurtaka tær somu mannagongdirnar og vænta eitt øðrvísi úrslit. Um vit hava vaksandi avbjóðingar innan ávís øki, eiga vit tískil at menna nýggjar mannagongdir og hugsa loysnir á annan hátt.

Ziggi Santini siteraði í framløgu síni Elvis við sanginum ???A little less conversation, a little more action!, og hetta vóna vit, at tey sum valda taka til sín.

Tað ber til at síggja ráðstevnuna á youtube rásini ???Fólkaheilsuráðið???

https://youtu.be/sUVlyq6iNO0

Fólkaheilsuráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder